Sveis hevur síðan russisku innrásina í Ukraina hin 24. februar sagt, at sendistovan hjá teimum í Moskva er til reiðar at umboða Ukraina. Tíðindastovan NTB veit í kvøld at siga, at Ukraina hevur heitt á Sveis um at umboða landið diplomatiskt í Moskva.
