Forsíðan

Valmynd

Lýsingar

Beint nú koyrir Forsíðan.fo við kampanjuprísum, sum eru galdandi fram til 1. januar 2023. Sí meiri niðanfyri:

Forsíðan.fo bjóðar trý sløg av lýsingaplássum: Toppbannari, støkkmynd/sýnisgluggi og lýsingar millum greinar. Dømir síggjast her:

Toppbannari
Toppbannarin er ovasta lýsingin á Forsíðuni og tað fyrsta, ið tíðindalesarin sær, tá ið hann kemur á Forsíðuna.
Prísur: 450 kr. u/mvg um dagin.

Lýsing millum greinarnar
Lýsingarnar millum greinarnar liggja væl til rættis í tíðindarenslinum. Hesar lýsingarnar koma við jøvnum millumbili fram á tíðindarenslið.
Prísur: 100 kr. u/mvg um dagin.

Sýnisgluggalýsing/Støkkmyndarlýsing
Um tíðindalesarin tilvelur Sýnisgluggan, so kemur ein lítil skermur upp, har hann sær ein brellbita, og kann velja at klikkja seg víðari til viðkomandi grein.
Ovast á hesum skerminum verða sýnisgluggalýsingarnar.

Um tíðindalesarin ikki tilvelur Sýnisgluggan, verður hann sendur beinleiðis inná viðkomandi greinina.
Tá kemur ein støkkmynd (pop-up) fram 4. hvørja ferð áðrenn tíðindalesarin verður sendur víðari.
Prísur: 500 kr. u/mvg um dagin.

Lýsingarskipanin

Mest brúkta støddin á lýsingum í Føroyum er 1000×500 px, tó kann Forsíðan.fo taka eina hvørja stødd, tó við teirri treyt, at lýsingin ikki er longri enn samlaða breiddin á lýsingini (tvs. max 1×1 stødd). Lýsingar kunnu verða ein mynd (JPG / JPEG fíla) ella ein sonevndur GIFur (.gif fíla).

Lýsingaskipanin hjá Forsíðan.fo er einføld. Kundin keypir heilar dagar, og verður lýsingin víst heilar dagar. Hetta vil eisini siga, at um fleiri kundar keypa sama slag av lýsing sama dag, so verða báðir kundarnir vístir. Í praksis merkir hetta, at um tveir kundar hava keypt toppbannaran ein dag, so verður teirra lýsing lýst helvtina av tíðini á tí degnum.

 (Forsíðan.fo tilskilar sær rættin, at avmarka keyp av lýsingum í longri tíðarskeið)

Kampagnuprísir árið út

Niðanfyri síggjast kampanjuprísirnir á teimu ymisku lýsingaplássunum fram til 01/01/23: 

Toppbannarikr. 450 u/mvg um dagin
Sýnisgluggikr. 500 u/mvg um dagin
Lýsing millum greinarnarkr. 100 u/mvg um dagin